Labyrinth

Byrja spælið

Tá ið java er liðugt innlisin, klikkir tú við vinstra músaknøtti í tað nýggja vindeygað ella tætt við blinkandi músaknøttin. Spælið byrjar við, at ”Grammar man” sveimar niður í villiniborgina.

Endamálið við spælinum

Teldan finnur ein tilvildarligan greinaðan setning og býtir hann sundur í einstøk orð. Setningurin kemur til sjóndar ovast á skíggjanum. Endamálið við spælinum er, at tú skalt leiða ”Grammar Man” í gjøgnum villiniborgina, við at tú velur rætta orðaflokkin fyri tað merkta orðið. Tá ið tú ert liðugur við fyrsta setningin, klikkir tú aftur á blinkandi músaknøttin, og soleiðis kemur tú víðari til eina nýggja villiniborg og næsta setning. Bíða ikki ov leingi. Gert tú tað, kemur eitt spøkilsi og rennur eftir ”Grammar Man”. Verður tú fangaður, missir tú eitt lív.

Spælið

Brúka pílarnar til at leiða ”Grammar Man” í gjøgnum villiniborgina. Við hvørt litað skap, skalt tú velja ein orðaflokk. Er tað ikki gjørligt at velja rætta orðaflokkin, noyðist tú at fara í gjøgnum ein av veggjunum, til tú finnur rætta orðaflokkin. Tá ið tú gongur í gjøgnum villiniborgina, sæst ein slóð av hvítum prikkum eftir teg, soleiðis at tú sært, hvønn veg tú hevur gingið. Tú kanst ikki bakka.

Spælið hevur ymisk torleikastig. Høgrumegin á skíggjanum sært tú, hvørjum spøkilsisstigi tú ert á. Aftan á 5. hvønn setning fer spøkilsið skjótari at koma til sjóndar, og tað fer at ferðast skjótari. Tað vil siga, at betri tú dugir at spæla, truplari gerst spælið. Stigini, sum tú fært, síggjast ovast høgrumegin á skíggjanum.

Stig

Tú fært 5 stig hvørja ferð, tú gongur eitt rætt fet. Tú missir 5 stig og eitt lív hvørja ferð, tú gongur skeivt. (hygg undir ”Spælið endar”). Gert tú ein setning rætt lidnan, fært tú dupult stigatal fyri hann.



Spælið endar

Hvørja ferð tú missir eitt lív, kemur krossur á ein ”Grammar Man”. Tú hevur 6 lív tilsamans: Tað, tú byrjar við og 5 eyka lív. Tú missir eitt lív, tá tú velur skeivan orðaflokk, ella um tú roynir at fara í gjøgnum ein vegg, tá møguleiki er fyri at velja rættan orðaflokk.

VALMØGULEIKAR

High Scores

Gerst tú millum 10 tey bestu ávísa dagin ella millum 100 tey bestu, sum fyrr hava spælt, fært tú møguleikan at skriva títt navn og land. Tú kemur til high scores via ”Spæl” > ”Highscore”. Har sært tú eisini high scores frá 24 teimum síðstu tímunum, 30 døgunum og 365 døgunum.

Mál

Tú kanst ikki velja nýtt mál, tá ið tú ert byrjaður at spæla. Hetta valið skal gera á byrjanarsíðuni hjá VISL.

Steðga spælinum

Tú kanst altíð gevast at spæla via ”Spæl” > ”Steðga spælinum” ella ”Spæl” > ”Enda”. Í tí fyrrnevnda varðveitir tú møguleikan til at skriva títt navn og land, um stigatalið er nóg høgt.

Stødd

Tú kanst broyta støddina á vindeyganum, sum tú spælir í. Vel ”Stødd” > ”Lítið”, ”Miðal”, ”Stórt”, ella ”Tillaga skíggjan”. Standard er ”Tillaga skíggjan”

Lítil hjálp til mállæru

Her eru nøkur føroysk dømi upp á teir einstøku orðaflokkarnar. Orðini eru litað við standardlitunum hjá VISL.

n = substantiv, navnorð (súkkla, hattur, bók, Sofus, Keypmannahavn, o.s.fr.)

pron = pronomen, fornøvn (eg, tú, tann, hansara, nakrir o.s.fr.)

art = artikel, kenniorð (ein, eitt, hin)

num = numerale, talorð (eitt, tvey, trý o.s.fr. fyrsti, annar, triði o.s.fr.

adj = adjektiv, lýsingarorð (nýggjur, gott, klikkað, minsti o.s.fr.)

prp = preposition, fyriseting (frá, í, hjá, við, av o.s.fr.)

conj = conjunktion, sambindingarorð (og, men, ella, tí, um o.s.fr.)

intj = interjektion, meðalvarpingur (av, á dú, uff)

adv = adverbium, hjáorð (ikki, altíð, spakuliga, leingi)

infm = infinitivsmerki, navnháttarmerki (at)

v = verbum, sagnorð (er, rann, eta, hoppaði, spurt o.s.fr.)