University of Southern Denmark
  Visual Interactive Syntax Learning  
 
 

VISL-NORD

Byggikubbarnir til málið/í málinum.

Uppskot til undirvísingargongd í mállæru

til fólkaskúlanæmingar

5. flokkur

Til læraran: Her er eitt uppskot til eina undirvísingargongd í føroyskum, har arbeitt verður við orðaflokkum.

Næmingarnir hoyra um hugtakið orðaflokkar – fyrst, har vit nýta talvuna og eina føroyska mállæru, sum hóskar til floksstigið. Víst verður møgl. til ”Fundamentals” – ORDKLASSER side 3, afsnit P3 og Word classes (da). Kann verða nýtt frá 7.-8. flokki.

Aftaná arbeiða næmingarnir ein og ein, har teir venja føroysk og latínsk heiti, og tey nýta Match form sum hjálpiamboð.

Síðan halda tey áfram at venja ein og ein, har tey nýta Paintbox Game sum hjálpiamboð. Gev gætur, at tað ber til at avmarka talið av orðaflokkum.



Tá ið næmingurin dugir orðaflokkarnar, kann hann venja víðari sjálvur, har hann nýtir ”Wordfall” og ”Shooting Gallery”. Gev gætur, at tað ber til at avmarka talið av orðaflokkum og at velja stig.

Tá ið næmingurin dugir allar orðaflokkarnar væl, er tíð at fara at arbeiða við ”Labyrinth”. Tá stýrir teldan spælinum. Næmingurin kann hvørki velja tal av orðaflokkum ella stig.

Nakrir næmingar hava kanska enn tørv á at arbeiða meir við fyrru spølunum, meðan næmingarnir, sum nú duga orðaflokkarnar, kunnu kappast um at koma ovast upp á toppskori-listan.

Formspøl

Match Form

Paintbox Game

WordFall

Shooting Gallery

Labyrinth

”Match Forms”

Vel Quizzes/spurnarkapping. Vel so føroyskt (Faroese + flagg) og síðan Match Forms.

Í hesi spurnarkapping kann næmingurin royna, hvat hann veit um orðaflokkar bæði á føroyskum, donskum og enskum. Til ber eisini at læra um súmbol og litkodur hjá VISL til ymisku orðaflokkarnar. Í øllum førum gongur spurnarkappingin út uppá, at tú at tú skalt fáa innihaldið í einum teigi at passa saman við innihaldinum á einum øðrum teigi. Innihaldið í hvørjum teigi kann brúkarin velja. Ein góð venjing er at fáa føroysku heitini at passa saman við latínsku heitunum. (dansk 1). Venjingin verður vald undir ”Nýggj quiz/spurnarkapping”

Fundamentals – ORÐAFLOKKAR, síða 3, partur P3

  1. ”Paintbox Game”

Soleiðis spælir tú hetta spælið:

Trýst fyrst á ”Paintbox Game” undir ”Games”. Gera so av, um tú vilt spæla við ”Pre-analyzed sentence” ella Automatic parse” (GG: ”Automatic parse” = ”Machine analysis”)

”Pre-analyzed sentence”: Vel ”Pre-analyzed sentence”. So fært tú 2 møguleikar. Royn báðar:

*Skriva einki í vindeygað (Klikk á ”Reset”, um tað er neyðugt at strika tekst í vindeyganum, klikk á ”Go”, so fært tú ein tilvildarligan setning úr savninum av ”preanalyseraðum” setningum.



ELLA:

*Vel ein av teimum preanalyseraðu setningunum undir ikoninum fyri setningar til fólkaskúlan. Ynskir tú meir avbjóðandi setningar, klikkir tú á eitt av teimum ikonunum, sum standa fyri ymiskum søvnum av setningum og rullar niður, til tú finnur tann setningin, sum tú ynskir. Klikk so á tað lítla ”Paintbox” ikonið vinstumegin setningin.

Tá ið setningurin kemur til sjóndar í Paintbox, spælir tú við at tú klikkir á ein lit, og síðan klikkir tú á orðið í setninginum, sum tú ynskir. Tú kanst eisini fáa at vita, hvat hvørt litað súmbol merkir, um tú nertir við súmbolið við vísaranum. Hevur tú brúk fyri hjálp, kanst tú klikkja á ”VÍS”. Tú spælir upp á tíð: tá ið tú ert liðugur at velja orðaflokkar til allan setningin, steðgar urið og vísir hvussu nógv sekund, tú hevur brúkt. Klikk á ”Umaftur” fyri at royna sama setning umaftur ella á ”Nýggjan setning” fyri at fáa ein nýggjan setning. Gev gætur: Tá ið tú ert í ”Paintbox”, kanst tú minka um talið av orðaflokkum, sum tú ynskir at brúka í spælinum, við at klikkja á ”Byrja val”. Síðan klikkir tú á teir gráu rundingarnar og velur teir orðaflokkarnar, sum tú ynskir, og til endans klikkir tú á ”Steðga vali”. Spælið kann nú spælast við færri orðaflokkum.

”Automatic parse”: Klikk á ”Automatic parse” beint uppi yvir greiningarvindeyganum. Skriva ein setning í greiningarvindeygað. Trýst so á ”Enter” ella á ”GO”. Bíða, meðan teldan finnur fram til teir hóskandi orðaflokkarnar í setninginum. So fer spælið í gongd sum omanfyri, men við tínum egna setningi. Ansa eftir: Teldan kann taka feil, tá ið tú sjálvur hevur gjørt setningarnar.

Fundamentals – ORÐAFLOKKAR. Síða 3, partur P3

Word classes (da) – orðaflokkar

  1. ”WordFall”

Klikk fyrst á ”WordFall” undir ”Games”. Klikk so á ”Play”-knøttin. Les hjálpiskránna, áðrenn spælið verður sett í gongd.

Skotið verður upp, at tú, fyri at læra eitt sindur um valmøguleikarnar í hesum spælinum, spælir ”WordFall” 2 ferðir, har tú velur hesi:

*Spæl 1: Klikk á ”Spæl”-skránna. Undir ”Stig” velur tú ”Byrjari”. Undir ”Orðaflokkar” í somu skrá velur tú ”Sjálvgjørt”, har tú markerar ”n” (fyri navnorð/substantiv) og ”adj” (fyri lýsingarorð/adjektiv). Klikk so á ”OK”. Trýst nú á F2 (ella vel ”Start Game” í ”Game”-skránni).

*Spæl 2: Ynskir tú eitt meir avbjóðandi spæl, velur tú ”Expert/serfrøðingur” stig og ”All/allir” orðaflokkar.

Teldan velur nú ein setning og letur eitt og eitt orð detta tilvildarliga niður í móti raðnum av orðaflokkabólkum niðast á skerminum. Í Spæli 1 eru bara ”n” og ”adj” (Í spæli 2 eru allir orðaflokkar). Málið er at fáa tey einstøku orðini inn í tann rætta flokkin við at brúka pílaknøttarnar (Ikki við músini). Vinstri og høgri pílaknøttur flyta tey dettandi orðini til vinstru og høgru, og pílaknøtturin niðureftir fær orðið til skjótt at detta niður í tann valda bólkin. Tú fært 10 stig, hvørja ferð tú bólkar rætt, og tú missir 5 stig, hvørja ferð tú bólkar skeivt. Bólkar tú øll orðini í einum setningi rætt, fært tú eykastig. Hvørja ferð, tú gert ein feil, verður tað skrivað upp í ”Penalty box”. Aftan á 5 ”straffstig” minkar spælirúmið, tí nú kemur ein múrur ovast á skerminum. Spælið er liðugt, tá ið allur skermurin er fjaldur av einum múri. Tú kanst altíð steðga spælinum við, at tú undir ”Game” velur ”Stop Game” ella ”Quit”.

Tá ið spælið er liðugt, kemur ”Statistics” fram. Her sært tú, hvørjar orðaflokkar, tú dugir væl (grønur litur), og hvørjar tú hevur trupulleikar við (reyður litur). Teldan bjóðar tær nú eitt eitt spæl serliga gjørt til tín. (Do you want a custom-made game, to improve your score? Vilt tú hava eitt spæl, sum er serliga gjørt til tín, so tú kanst gerast betri og samstundis økja um tíni stig?)

Góðtekur tú tilboðið (við at klikkja á ”yes”), heldur spælið áfram, men bara við teimum orðaflokkunum, sum hava volt trupulleikar.



Til endans fært tú møguleika at skriva títt egna navn (ella alias) og land upp, um tú ert áhugað(ur) í at koma á heimsins ”high score” lista fyri júst hesa skipanina av stig- og orðaflokkavali. (Legg til merkis, at tað er eingin ”high-score” listi í teimum spølunum, har tú sjálvur hevur valt orðaflokkarnar – t.v.s. har tú hevur valt ”Custom” undir ”Word Classes” í ”Game” skránni.)

Word classes (da) – orðaflokkar

  1. ”Shooting Gallery”

Klikk fyrst á ”Shooting Gallery” undir ”Games”. Klikk so á ”Play” knøttin.

Skotið verður upp, at tú, fyri at læra eitt sindur um valmøguleikarnar í hesum spælinum, spælir ”Shooting Gallery” 2 ferðir, har tú velur hesi:

*Spæl 1: Undir ”Stig” í ”Game” skránni velur tú ”Byrjari” og undir ”Word classes” velur tú ”Nouns & verbs”.

*Spæl 2: Undir ”Stig” velur tú ”Intermediate” og undir ”word classes” velur tú ”major”. (”Major” merkir ”Major word classes” = navnorð, sagnorð, lýsingarorð og hjáorð.)

Málið við hesum spælinum er at skjóta niður orð, sum hoyra til tann orðaflokkin, sum teldan velur. Spælið verður sett í gongd, við at tú trýstir á F2 (ella, við at tú velur ”Start Game” undir ”Game”-skránni). Tú brúkar músina til at skjóta tey orðini, tú heldur hoyra til bólkin. Rakar tú rætt, gerst orðið grønt, meðan tað dettur niður, og tú fært 10 stig afturat tínum úrsliti. Skjýtur tú skeivt, gerst orðið reytt, og rætti orðaflokkurin kemur til sjóndar, meðan orðið dettur niður – og tú missir 5 stig.

Tað eru 10 partar (”Parts”) í spælinum. Hvør partur hevur 10 setningar. Dugir tú væl at spæla, kemur tú í gjøgnum 100 setningar. Spælið endar ávegis, um tú rakar skeivt 5 ferðir (”Innocent shot”), ella um í minsta lagi 5 av teimum orðunum, tú skuldi havt skotið niður, klára at koma á skermin uttan at verða rakt (”Escapees”). Ert tú nøgdur við títt úrslit, kanst tú seta tað inn á ”high score”-listan. GG: Undir ”Word classes” finnur tú, umframt ”Nouns & verbs” og ”Major”, eisini ”Minor” (= ”minor word classes” = fyrisetingar, sambindingarorð, fornøvn og kenniorð) og ”All” (= allir orðaflokkar). Word Classes (da) – orðaflokkar.

  1. ”Labyrinth”

Klikk fyrst á ”Labyrinth” undir ”Games”. Klikk so á ”Play”-knøttin.

Í hesum spælinum hevur tú ikki møguleika at velja ”niveau/stig”. Teldan ger av, hvørjir setningar verða brúktir, og spælið brúkar allar orðaflokkar, sum hava týdning. Teldan velur ein tilvildarligan setning frá savninum av greinaðum setningum, og tú skalt fara í gjøgnum eina labyrint, har tú skalt velja rætta orðaflokkin fyri orðið, sum teldan hevur tikið fram í setninginum. Gongdin í gjøgnum villiniborgina er ymisk frá setningi til setning. Tú sleppur út úr villiniborgini, tá ið tú velur rætt í síðsta orðinum.

Spælið verður sett í gongd við, at tú klikkir við músini á spæliplátuna. So kemur ”Grammar man” flúgvandi inn við fallskíggja og lendir í einum av fýrakantunum. Tú flytir hann við hjálp av pílaknøttunum (músin verður bara brúkt, tá ið spælið skal setast í gongd) og nú skalt tú royna at velja rætta orðaflokkin við allar ”krossvegir”. Verða allir møguleikar, sum tú fært, skeivir, kanst tú bróta í gjøgnum teir gráu fýrakantarnar fyri at finna tann rætta orðaflokkin. Tú hevur ikki loyvi at bróta í gjøgnum teir gráu fýrakantarnar, um møguleiki er at velja rætta orðaflokkin. Tað er ikki gjørligt at venda aftur.

Eina ferð fer eitt spøkilsi (sum hoyrist væl, tá ið tað kemur) at fylgja eftir ”Grammar man”. ”Grammar man” skal nú skunda sær í gjøgnum villiniborgina, áðrenn spøkilsið etur hann.

Hvørja ferð tú ert komin í gjøgnum eina villiniborg, fært tú nakrar gimsteinar, sum detta niður í eina skattakistu, sum virðisløn. Torførari villiniborgin er, størri er virðislønin. So hvørt sum skattakistan fyllist, flytur spøkilsið seg skjótari og skjótari.

Tú fært 5 stig hvørja ferð, ”Grammar man” megnar at koma fram við einum krossvegi, og tú missir 5 stig hvørja ferð, tú velur skeivt. Tú hevur 6 ”lív” í spælinum – tað, sum tú byrjar við, pluss fimm kopiir/ ”Grammar man” afturat, sum tú sært uppi yvir úrslitinum. Hvørja ferð, tú missir eitt lív, verður ein maður krossaður av.

Spælarar kunnu samanbera síni úrslit við úrslitini hjá øðrum spælarum runt um í heiminum og leggja afturat møgulig ”high scores”.

Word classes (da) – orðaflokkar.

 


In order to continue using the Java applets, see troubleshooting tips and Download Java.
On Windows use Internet Explorer 11. macOS no longer supports Java applets.
The Chrome extension CheerpJ Applet Runner may work for some use-cases.


Copyright 1996-2022 | Report a Problem / Contact Us | Printable Version