University of Southern Denmark
  Visual Interactive Syntax Learning  
 
 

VISL-NORD

Frá frumnorrønum til nútíðar norðurlendsk mál



Eftir Arna Torp professara, Institutt for lingvistiske og nordiske studier, Universitet i Oslo.

Videodømini niðanfyri eru tikin av heimasíðu Arna Torps við loyvi frá honum.

Frumnorrønt mál – dǫnsk tunga – norrønt Frá norrønum til nútíðar norðurlendsk mál (uml. 1300-1500) Nakrir týðandi munir millum oyggjanorðulendsk mál og skandinaviskt Nakrar samanberingar millum norðurlendskt og onnur nærskyld mál
Dømi á norðurlendskum máli – á skrift og við ljóði Bókstavir og tekn í teimum 6 nútíðar norðurlendsku tekstunum Orðfeingið í norðurlendskum málum Norðurlendsk skriftmál við langari siðvenju: danskt, íslendskt og svenskt Tey ”ungu” norðurlendsku skriftmálini: norsk (bokmål og nynorsk) og føroyskt


Germansk mál – ein útnorður-evropeiskur málbólkur

Fyri góðum 2000 árum síðani fanst helst eitt felagsmál, sum vit kalla frumgermanskt, sum varð tosað onkustaðni í útnorður Evropu. Hetta upprunaliga málið er upprunin til tey málini, sum nú nevnast enskt, týskt og niðurlendskt (+ afrikaans, sum verður tosað í Suður-Afriku og frísiskt, sum verður tosað í einum parti av Niðurlondum). Hesi málini verða undir felagsheitinum nevnd vesturgermansk. Eisini hava vit tey germansku málini danskt, føroyskt, íslendskt, norskt og svenskt, sum verða nevnd norðurgermansk ella norðurlendsk, og tað eru tey, vit fara at viðgera her. Ættarheitið útnorður vísir sjálvandi til teir partarnar av Evropu, har hesi málini í høvuðsheitum eru útbreidd.


Frá frumnorrønum (uml. 200-500 e. Kr.) til norrønt (uml. 800-1300 e. Kr.)


Elsti formurin fyri norðurgermanskt ella norðurlendskt verður nevndur frumnorrønt, og tað tosaðu tey í Skandinavia fyri 1500 árum síðani. Vit vita ikki so nógv um, hvussu tað sá út, ella hvussu tað ljóðaði, tí tað einasta, sum er eftir frá tí tíðini, eru einstøk orð og nakrir fáir setningar, sum eru funnin í áskriftum við einum serligum slagi av bókstavum, sum vit nevna rúnir. Hesar áskriftirnar eru at finna bæði ristar á stein og á lutir úr beini og málmi.


Hendan myndin er tikin úr Store Norske Leksikon og vísir Tunesteinen. Hendan rúnaáskriftin verður mett at vera frá 300-talinum e. Kr. Steinurin varð funnin í 1627 í kirkjugarðsmúrinum við Tune kirke í Østfold í Noregi.



Málið í hesum áskriftum er sera ólíkt øllum norðurlendskum málum í dag, og vit hava ongar longri tekstir frá tí tíðini, men ein djarvur svenskur granskari (Erik Harding) hevur eina ferð roynt at hugsa sær, hvussu yrkingin Atlakviða, sum er varðveitt í íslendskum handritum frá 1200-talinum, kundu hava ljóðað í 400-talinum. Her er ein lítil brellbiti av frumnorrønu týðingini, soleiðis sum sviin hugsaði sær hana, og her kanst tú hoyra, hvussu tað upprunaliga íslendska týðingin frá 1200-talinum var.


Í víkingatíðini t.e. frá uml. 700-800 og fram til uml. 1200-1300 - vórðu norðurlendsk mál spjadd til øki, sum lógu langt frá upprunaliga heimlandinum, sum var Skandinavia, t.e. Danmark, Noreg og Svøríki.

Ljósablátt Norrønt/við bragdi av norskum Gult Germanskt (enskt)

Myrkablátt Norrønt/við bragdi av donskum og svenskum Grønt Germanskt (týskt)


Hetta kortið vísir spjaðingina av germansku málunum, soleiðis sum vit halda, at hon kann hava verið uml. ár 1000. Gulu og grønu økini vísa økini, har fólk tosaðu vesturgermanskt, meðan tey ljósabláu og myrkabláu økini vísa, har fólk tosaðu norðurgermanskt ella norðurlendsk mál. Vit vita, at norðurlendsku málini upprunaliga bara hoyrdu heima í Skandinavia – í Danmark og í meginpartinum av tí, sum í dag er Noreg og Svøríki. Tá ið stórir partar av Noregi og Svøríki ikki hava fingið nakran lit, er tað ikki tí, at eingi fólk vóru har, men at tað allarhelst búðu fólk har, sum tosaðu onnur mál – helst eldri formar av tí, sum í dag er samiskt mál.


Á kortinum síggja vit, at tað eisini eru bláir blettir eystan fyri Skandinavia – í Russlandi og Baltikum; tað er tað økið, sum á norrønum nevnist Garðaríki; har búðu svenskir víkingar, sum vórðu nevndir russar, og hetta navnið er orskin til, at tað í dag eitur Russland. Orðið russur hevur annars eisini samband við svenska landslagið Roslagen uttan fyri Stockholm, og tað er eisini uppruni til finska navnið á Svøríki – Ruotsi.


Í Norður-Fraklandi síggja vit eitt lítið blátt øki; tað er tað, sum í dag eitur Normandie – landið til menninar norðanifrá – og í Englandi síggja vit eitt stórt blátt øki, tað sum varð nevnt Danelagen – á enskum Danelaw – tí har stýrdu danskir víkingar. Í Stórabretlandi og Írlandi finnast eisini ljósablá øki, har tað í høvuðsheitum vóru fólk úr Noregi, sum settu búgv. Í øllum hesum økjunum uttan fyri Skandinavia verður í dag tosað onnur mál (russiskt, franskt, enskt).


Á oyggjunum, sum liggja longst í móti útnorði – Íslandi og Føroyum – tosa tey harafturímóti enn norðurlendsk mál, og íslendskt og føroyskt eru í grundini tey norðurlendsku málini, sum eru minst broytt. Harafturat var í nógv hundrað ár norðurlendsk búseting í Grønlandi, og norðbúgvarnir komu eisini til Norður-Ameriku, sum teir nevndu Vínland, men har gjørdist eingin føst búseting í longri tíðarskeið.


Sum kortið omanfyri vísir við ljósa- og myrkabláum liti, koma eisini smærri málførismunir undan kavi við endan av tí frumnorrøna tíðarskeiðinum, sum vit í grundini eisini síggja í norðurlendsku málunum dagin í dag. Í donskum og svenskum eitur tað t.d. sten og løs ella lös, við einum sjálvljóði, meðan tað á nýnorskum bara eitur stein og laus við einum sokallaðum tvíljóði, og føroysku og íslendsku formarnir líkjast teimum nýnorsku. Men hesir munirnir vóru ikki so stórir, at teir á nakran hátt tarnaðu fólki frá ymisku norðurlendsku økjunum at skilja hvønn annan; teir munirnir stungu seg ikki upp fyrr enn fleiri hundrað ár seinni. Høvuðsmunurin sást tá í millum talumálið í Skandinavia á aðrari síðuni, t.e. í Danmark, Noregi og Svøríki og í svenskttalandi partinum av Finlandi, og á hinari síðuni í teimum norðurlendsku málunum, sum verða talað á oyggjunum langt úti í Atlanshavinum, føroyskum og íslendskum. Tað koma vit til seinni.



Frumnorrønt mál – dǫnsk tunga – norrønt


Við kristindóminum, sum kom til Norðurlond uml. ár 1000, fingu vit eisini tað latínska bókstavaraðið, sum vit brúka enn, og harvið fáa vit eisini teir fyrstu longu tekstirnar á okkara norðurlendsku málum. Men málmunirnir í tí norðurlendska landaøkinum vóru enn smáir, og harvið mettu fólk enn, at tað bara snúði seg um málførismunir. Íslendingurin Snorri Sturlason, sum livdi í 1200-talinum, nevndi sítt mál dǫnsk tunga, t.e. donsk tunga, hóast málið í Íslandi – og í Føroyum tá heilt vist ljóðaði øðrvísi enn í Danmark. Harafturímóti var málið í Íslandi, Føroyum og í Noregi framvegis sera líkt ta tíðina, tí íslendingarnir og føroyingarnir komu fyrst og fremst úr Noregi. Hetta meir ella minni felags norskt-íslendska málið verður ofta nevnt norrøna ella norrønt mál.


Her er ein samrøða millum ein pápa og ein son, sum er tikin úr einum norskum bókaverki, sum eitur Kongespeilet, skrivað eina ferð í 1200-talinum. Pápin gevur soninum ráð um, hvussu hann skal gera, um hann ætlar sær at gerast keypmaður.


Hygg eftir videodøminum Konungs skuggsjá



Frá frumnorrønum til nútíðar norðurlendsk mál (uml. 1300-1500)


Í tí frumnorrøna tíðarskeiðinum, sum strekkir seg fram til uml. 1300, er tað framvegis so mikið lítil munur á talumálinum í øllum Norðurlondum, at tað er meir náttúrligt at tosa um ymisk málføri enn um ymisk mál, tí tað er sannlíkt, at øll kundu skilja hvønn annan á móðurmálinum í øllum tí norðurlendska landaøkinum. Fólk uttan fyri Norðurlond uppfataðu helst í øllum førum talumálið í øllum Norðurlondum sum eitt mál, tí tá ið íslendingurin Snorri Sturlason (1179-1242) av og á nevndi sítt mál ”danska tungu”, so er tað allarhelst ein orðing, sum stavar úr Englandi, tí í Englandi vóru sera nógvir danir í víkingatíðini. Við tað, at teir gomlu onglendingarnir ikki hoyrdu mun á málførinum hjá fólki ymsastaðni úr Norðurlondum, nevndu teir alt danskt, og so tóku tey, sum sjálv tosaðu norðurlendsku málini, ta orðingina til sín. Hóast málið í Norðurlondum broyttist sera nógv frá frumnorrønum til norrønt, vóru broytingarnar í stóran mun tær somu alla staðni. Tá ið Snorri vitjaði norskar jallar og kongar fyrst í 1200-talinum, hevði hann eftir øllum at døma ongar trupulleikar at skilja málið, tí hóast tað vóru gingin minst tvey-trýhundrað ár frá tí, at íslendingarnir fluttu úr Noregi, var málið enn so líkt, at tað vóru bara smálutir, sum gjørdu munin.


Soleiðis er als ikki longur; í dag eru norskt og íslendskt tvey ymisk mál, og hann, sum bara dugir annað, skilir ikki nógv av hinum uttan serliga upplæring. Føroyskt skilja norðmenn heldur ikki uttan trupulleikar, hóast føroyskt liggur nærri norskum, enn íslendskt ger. Sum vit fara at síggja seinni, eru broytingarnar í ymisku pørtunum av tí norðurlendska máløkinum í stóran mun nógv minni í bæði íslendskum og føroyskum enn í teimum skandinavisku málunum donskum, norskum og svenskum. Harafturímóti eru broytingarnar í skandinaviskum fyri ein stóran part tær somu, soleiðis at norðmenn, danir og sviar framvegis kunnu tosa saman á móðurmálinum, hóast nógvir norðmenn og sviar halda tað vera trupult at skilja danska talu. Á sama hátt hava danir eisini trupult við at skilja norskt og svenskt, sum danir eisini halda líkjast hvørjum øðrum, meðan norðmenn og sviar oftast skilja hvønn annan heilt væl – í øllum førum málsliga! Sambandið millum tey norðurlendsku málini í dag kann soleiðis vísast á henda hátt:




Hetta inniber, at íslendskt og føroyskt eru fremmandamál fyri øll í Skandinavia, meðan tey skandinavisku málini virka sum sokallað grannamál, sum merkir, at tey, sum tosa skandinaviskt, kunnu skilja hvønn annan. Íslendskt og føroyskt eru harafturímóti ikki grannamál til hvørt annað; tá ið íslendingar og føroyingar hittast, og teir ikki hava lært hitt málið, mugu teir brúka annað felags fremmandamál, sum báðir partar duga – eitt sokallað lingua franca. Um íslendingurin hevur lært danskt væl í skúlanum, sum nakrir íslendingar hava, so kunnu teir tosa danskt sínámillum, tí allir føroyingar læra danskt sera gjølliga, tí Føroyar politiskt eru partur av Danmark. Men um íslendingurin ikki dugir danskt, mugu teir helst tosa enskt, sum vit skandinavar eisini plaga at noyðast, tá ið vit eru uttan fyri Skandinavia.



Málkjakið millum pápa og son í 1400-talinum


Teir stóru og týðandi munirnir, sum skilja skandinaviskt frá oyggjanorðurlendskum, hendu í stóran mun í tí lutfalsliga stutta tíðarskeiðinum millum uml. 1300 og 1500. Vit kunnu hugsa okkum, at málbroytingarnar serliga í 1400-talinum hava verið so stórar, at tað eldra ættarliðið má hava argast av, at ungdómurin tosaði ”skeivt” t.e. øðrvísi, enn tey tosaðu sjálv. Í samrøðuni niðanfyri millum norska bóndan Haralder Eiríksson og son hansara Éríker Haraldsson, hoyra vit, hvussu pápin argast av, at sonurin bendir sagnorðið flå veikt; hann sigur flådde í tátíð, sum bendingin er á nútíðarnorskum. Hann sigur sostatt ikki flo, sum pápin ger; sagnorðið flå æt nevniliga fló í tátíð á norrønum; tað var við øðrum orðum sterkt bent, líka sum sagnorðið slåslo á nútíðarnorskum og donskum. Pápin uppfatar harvið formin slådde sum barnamál og sostatt skeivt, líka sum nógvir norðmenn í dag síggja vanligar talumálsformar sum bærte og skjærte sum skeivt í staðin fyri teir skriftmálsligu røttu formarnar bar og skar. Pápin argast enn meir av, at sonurin ikki skilir millum t í tak (taka í okkurt) og Þ í Þak (tak á einum húsi), men sigur tak fyri bæði tak og Þak. Hendan ljóðbroytingin er seinni hend í øllum norðurlendsku málunum utta íslendskum, og nú mugu vit út frá samanhanginum ”gita” okkum til, hvat slag av ”tak” talan er um. Hetta forargilsi kann eisini javnmetast t.d. við nútíðar norskt, har nógv yngri í dag ikki skilja í millum sokallaða kj-ljóðið í sagnorðinum kjenne (hun kjente på vannet) og sj-ljóðið í sjenne (hun sjente på barnet) men brúka sj-ljóðið í báðum orðunum (hun sjente på vannet – hun sjente på barnet), nakað sum nógvir eldri málnýtarar meta sum talufeil, og skúlabørn av og á verða send til logoped til ”viðgerð” fyri.


Her kemur samrøðan millum Haralder og Éríker.


Nakrir týðandi munir millum oyggjanorðurlendsk mál og skandinaviskt

Tað málfólk ofta nevna, tá ið tosað verður um munir á føroyskum og íslendskum (= oyggjanorðurlendskt) á aðrari síðuni og danskt, svenskt og norskt (= skandinaviskt) á hinari síðuni, er, at orðini í teimum báðum fyrrnevndu málunum hava nógv fleiri ólíkar bendingarformar enn í trimum teimum síðstnevndu. Hetta er serliga galdandi fyri orðabólkarnar navnorð og sagnorð, sum vit síggja í talvuni niðanfyri, har somu setningarnir eru endurgivnir á íslendskum, føroyskum, norskum(bokmål) og svenskum.


Setningadømi úr øllum norðurlendskum málum.


Íslendskt



bíllinn (N)kemur



ég heyribílinn (A)

ég geng frábílnum (D)

ég saknabílsins (G)

þú heyrirbílinn

þú gengur frá bílnum

þú saknarbílsins

hann/hún heyrirbílinn

hann/hún gengur frá bílnum

hann/hún saknarbílsins




bílarnir (N) koma



við heyrumbílana (A)

við göngum frá bílunum (D)

við söknumbílanna (G)

þið heyriðbílana

þið gangið frá bílunum

þið sakniðbílanna

þeir/þær/þau heyra bílana

þeir/þær/þau ganga frá bílunum

þeir/þær/þau saknabílanna




Føroyskt



bilurin (N)kemur



eg hoyribilin (A)

eg gangi frá bilinum (D)

eg saknibilin (A)

hoyrirbilin

gongur frá bilinum

saknarbilin

hann/hon hoyrirbilin

hann/hon gongur frá bilinum

hann/hon saknarbilin




bilarnir (N)koma



vit hoyrabilarnar (A)

vit ganga frá bilunum (D)

vit saknabilarnar (A)

tit hoyrabilarnar

tit ganga frá bilunum

tit saknabilarnar

teir/tær/tey hoyrabilarnar

teir/tær/tey ganga frá bilunum

teir/tær/tey saknabilarnar




Norskt (bokmål)



bilen kommer



jeg hører bilen

jeg går fra bilen

jeg sakner bilen

du hører bilen

du går fra bilen

du sakner bilen

han/hun hører bilen

han/hun går fra bilen

han/hun sakner bilen




bilene kommer



vi hører bilene

vi går fra bilene

vi sakner bilene

dere hører bilene

dere går fra bilene

dere sakner bilene

de hører bilene

de går fra bilene

de sakner bilene



Svenskt



bilen kommer



jag hör bilen

jag går från bilen

jag saknar bilen

du hör bilen

du går från bilen

du saknar bilen

han/hon hör bilen

han/hun går från bilen

han/hon saknar bilen




bilarna kommer



vi hör bilarna

vi går från bilarna

vi saknar bilarna

ni hör bilarna

ni går från bilarna

ni saknar bilarna

de hör bilarna

de går från bilarna

de saknar bilarna


Í talvuni omanfyri síggja vit, at teir íslendsku og føroysku týðingarnar eru sera litfagrar, meðan tær skandinavisku eru næstan litleysar. Hetta er orsakað av, at alt orðið, har navnorðið broytir form við bending, er litað. Og har sagnorðið broytir form við bending, er broytingin á bókstavunum litað við ymiskum litum. Og í teimum íslendsku og føroysku tekstunum gerast tað nógvir litir, tí bæði navnorðið bilur og sagnorðini síggja, ganga og sakna hava nógvar ymiskar formar. Vit skulu nú hyggja eftir, hví tað verður soleiðis.


Navnorð verða bend í føllum á íslendskum og føroyskum

Vit byrja við at hyggja eftir orðinum bilen, sum í skandinavisku málunum bara hevur tveir formar, bilen, sum er bundið eintal og bilene/bilarna sum er bundið fleirtal, altso ein formur í eintali og ein annar formur í fleirtali. Á íslendskum hava vit harafturímóti heilar fýra ymiskar formar í eintali og fýra formar í fleirtali, meðan føroyskt hevur tríggjar formar í eintali og tríggjar í fleirtali.


Orsøkin til, at tað verða so nógvir formar í íslendskum og føroyskum, er, at í hesum málunum fær navnorðið ymiskar formar alt eftir hvørja grammatiska funktión, tað hevur í setninginum. Í setninginum bilen kommer er bilurin grundliður – tað er bilen, sum kemur – bilen ger okkurt. Í øllum hinum setningunum eru tað onnur sum ”gera” okkurt: jeg, du, han/hun, vi, dere, de – og í hesum setningunum er bilurin ikki grundliður – tað eru onkur onnur, sum hoyra bilin, fara frá bilinum, og sakna bilin. Hetta verður merkt á íslendskum og føroyskum við, at orðið bil fær aðrar formar: Tá ið bilurin er grundliður, fær hann ein form, sum vit kalla hvørfall/nominativ (N), og hann er í dømunum merktur við gulum liti, meðan bilen í hinum setningunum fær aðrar formar. Í setninginum, har onkur hører bilen, er bilurin hvønnfalsávirki til sagnorðið høre, og tá fær hann ein form, sum kallast hvønnfall/akkusativ (A), merkt við ljósabláum. Í setninginum har onkur går fra bilen, er bilurin ein stýring til fyrisetingina fra, og tá fær hann ein triðja form, sum kallast hvørjumfall/dativ (D), merkt við grønum. Og til endans í setninginum, har onkur sakner bilen, er hann ávirki til sagnorðið at sakna, og á føroyskum fær hann sama form sum aftaná sagnorðið at síggja, nevniliga hvønnfall/akkusativ (A), meðan ávirki til íslendska sagnorðið at sakna stendur í einum fjórða falli, sum kallast hvørsfall/genitiv (G), og verður merkt við reyðum liti. Allir hesir ymisku formarnir, sum eitt navnorð kann fáa á íslendskum og føroyskum, alt eftir hvussu tað virkar í setninginum, nevna vit við felagsheitinum føll/kasus. Navnorð í skandinavisku málunum verða ikki longur bend í føllum/kasus; einastu orðini, sum í dag verða bend í kasus, eru nøkur fornøvn, sum hava ein form, tá ið orðið er grundliður og ein annan form í øllum øðrum funktiónum: du går fra meg, hun sakner oss, vi ser henne o.s.fr. Tá ið vit hava ymiskar fallformar, kunnu vit eisini býta um upp á raðfylgjuna av orðunum, uttan at meiningin broytist: teg síggi eg merkir tað sama sum eg síggi teg – tað er eg, sum sær í báðum førum. Á íslendskum og føroyskum kunnu vit sostatt býta meiri um upp á orðini enn í teimum skandinaviskum málunum.


Sagnorð verða bend í tali og persóni á íslendskum og føroyskum

Á skandinavisku málunum hevur grundliðurin ongan týdning fyri umsøgnina í setninginum – sagnorðið fær sama formin í øllum førum. Soleiðis er ikki á íslendskum og føroyskum – har bendist umsøgnin ymiskt, alt eftir hvør grundliðurin er í setninginum. Um grundliðurin er eitt navnorð í eintali ella eitt fornavn sum hann, hon, tann ella tað, bendist sagnorðið øðrvísi enn, um grundliðurin er eitt navnorð í fleirtali ella eitt fornavn sum tey. Vit kalla tað, at umsøgnin bendist í samsvari við grundliðin, at umsøgnin verður samsvarsbent ella við einum fremmandaorði, at umsøgnin kongruerar við grundliðin í tali (ella numerus).


Men tað er ikki bara talið í grundliðinum, sum avger formin á umsøgnini í íslendskum og føroyskum: Um grundliðurin er eitt fornavn í 1. ella 2. persóni – t.e. tann/tey, sum tosa/skriva (1. pers. – t.e. eg/vit), ella tann/tey, sum verða talað til (tú/tit), verður sagnorðið bent øðrvísi, enn tá ið grundliðurin er ein persónur ella lutir, sum tað verður tosað um (3. pers.).


Í teimum íslendsku og føroysku setningunum eru sagnorðaformar í 1. pers. merktir við reyðum bókstavum, meðan sagnorðaformar í 2. persóni eru merktir við grønum bókstavum. Á íslendskum er hetta galdandi fyri bæði eintal og fleirtal, meðan føroysku sagnorðini hava bara ein form í fleirtali, og hann er í prinsippinum líka sum formurin, sum íslendsk sagnorð hava í 3.pers. fleirtal, og hesin formurin er merktur við bláum bókstavum. Tann einasti sagnorðaformurin, sum ikki er merktur við nøkrum serligum liti, er 3. pers. eintal, tí hetta er tann formurin, sum hevur ”yvirlivað” í tí forminum, vit hava í teimum núverandi skandinavisku málunum.


Nakrar samanberingar millum norðurlendsk og onnur nær skyld mál

Tey málini, sum líkjast mest teimum norðurlendsku, eru tey sokallaðu vesturgermansku málini, sum vit fyrr hava nevnt. Um vit samanbera hesar bendingarnar, vit nú hava sæð við mál sum enskt og týskt, uppdaga vit, at bæði málini í grundini hava samsvarsbendingar millum grundlið og umsøgn: the car comesthe cars come; das Auto kommt – die Autos kommen. Men týskt verður meir samsvarsbent enn enskt, tí afturat kommt og kommen hevur týskt eisini egnar formar fyri 1. pers. eintal (ich komme) og 2. persón eintal (du kommst), meðan enskt bara hevur tveir formar av næstan øllum sagnorðum.


Fara vit til navnorðsbendingarnar, er munurin millum týskt og enskt nógv størri, tí her manglar enskt á sama hátt sum skandinaviskt alt, sum eitur fallbending, meðan týskt hevur fýra ymisk føll, júst sum íslendskt.


Hetta merkir, at týskt og íslendskt eru tey mest gamalsligu ella konservativu av teimum germansku málunum, tá talan er um mállæru, tí um vit fara túsund ár ella longri aftur í tíðina, so høvdu øll germansk mál eina bendingarskipan, sum í høvuðsheitum svarar til tað, vit enn finna í hesum báðum málunum. Hetta merkir sjálvandi ikki, at hesi málini ikki kunnu virka nóg væl í einum nútíðarsamfelagi, tí tað finst eingin náttúrligur samanhangur millum samfelagsslag og mállæru – øll málsløg kunnu í prinsippinum virka í øllum samfeløgum.


Men øðrvísi er við orðfeinginum. Tað er týdningarmikið, at málið hevur orð fyri at fólk skulu kunna tosa um tað, sum er kring um tey, og tað, sum tey eru upptikin av. Um samfelagið broytist, antin vegna teknologiskar broytingar, ella tí fólk koma í samband við fólk, sum tosa onnur mál, so fer hetta altíð at seta sín dám á orðfeingið. Hetta skulu vit seinni hyggja nærri eftir við útgangsstøði í einum ítøkiligum teksti, sum júst er um norðurlendska málsøgu, og sum finst á íslendskum, føroyskum, donskum, svenskum og norskum í tveimum útgávum – bokmål og nynorsk. Innihaldið er tað sama í øllum tekstunum. Vit hava harafturat gjørt eina norrøna týðing, sum kemur allarfyrsti.Her koma teir sjey tekstirnir:



Dømi á norðurlendskum máli

Norrǿna (=islandsk/norsk ca. år 1200)

Eksempel:

Frá frumnorrǿnu framm á víkingaǫld

Um þat bil sjau hundruðum ára eptir Krists burð var frumnorrǿna, er svá er kǫlluð, tǫluð á Norðrlǫndum. Ef munr hefir verit á máli á ýmissum landshlutum, þá hefir sjá munr verit lítill. Eigi eru dǿmi um engi þau mǫrk milli málsins í lǫndunum, er rekja mætti aptr til þess tíma.

Frumnorrǿna er greinilega mjǫk ólík ǫllum síðurrum stigum Norðrlandamála. Ef hugt er at þróun mannanafna, er auðsætt at miklar breytingar hafa orðit hin næstu þrjú eða fjǫgur hundruð ára þar á eptir. Lǫng nǫfn ok skrautmikil eins ok AnulaibaR ok HarjawaldaR hljóma þegar tíu hundruðum ára eptir Krists burð eins ok Óláfr ok Haraldr, en eru aptr á móti eigi mjǫk frá brugðin nútímanǫfnunum í máli Noregsmanna ok Dana: Olav ok Harald, eða máli Svía: Olov ok Harald, eða máli Færeyinga: Ólavur ok Haraldur, eða Íslendinga: Ólafur ok Haraldur.

Þegar á þeim tíma verðr at gera ráð fyrir því at málfari hafi breyzk svá mjǫk eptir frumnorrǿnu at málin sé orðin óskiljandi hvárt ǫðru. Ef svá ólíklega hefði gǫrzk at norrǿnn maðr af séttu ǫld kvæmi framm meðal landsmanna fjórum eða fimm ǫldum seinna, þá hefði hvárr líklega alls eigi skilit annan. Hins vegar kynnim vér á várum dǫgum sǫnnu nær tala án mikils erfiðis við fólk er uppi var á hinni sextándu ǫld eptir Krists burð, svá framarlega sem vér fingimsk við málefni er hvárum aðiljum væri kunnigt um. Breytingar er urðu milli fimtu ǫld ok hinni tíundu, váru, með ǫðrum orðum sagt, miklu meiri en milli fimtándu ǫld ok hinni tvítugtu.



Íslenska

Eksempel:

Frá frumnorrænu fram á víkingaöld

Um 700 var svokölluð frumnorræna töluð í Skandinavíu. Hafi verið til mismunandi mallýskur, þá hefur mismunur á milli þeirra verið lítill. Ekki eru dæmi um nein mallýskumörk sem hægt er af öryggi að rekja aftur til þess tíma.

Frumnorræna sker sig greinilega frá öllum síðari stigum norrænna mála. Sé þróun mannanafna t.d. skoðuð, er greinilegt að miklar breytingar hafa orðið næstu 300-400 árin þar á eftir. Löng, viðhafnarmikil nöfn eins og AnulaibaR og HarjawaldaR hljóma þegar um árið 1000 eins og Óláfr og Haraldr og eru aftur á móti ekki svo ólík nútímanöfnunum í norsku og dönsku: Olav og Harald, sænsku: Olov/Harald, færeysku: Ólavur/Haraldur og íslensku: Ólafur/Haraldur.

Þegar á þeim tíma verður að reikna með að málfarslega fjarlægðin frá frumnorrænu hafi verið orðin svo mikil að málin hafi ekki verið gagnkvæmt skiljanleg. Ef hið ósennilega hefði gerst að norrænn maður frá sjöttu öld hefði komið fram á meðal víkinganna 4-500 árum seinna, hefðu þeir að öllum líkindum alls ekki skilið hver annan. Hins vegar gætum við í dag sennilega talað án mikillar fyrirhafnar við fólk sem var uppi á sextándu öld svo framarlega sem við héldum okkur við efni sem báðir aðilar hefðu forsendur til að hafa einhverja skoðun á. Breytingarnar sem urðu á málunum á milli 500 og 1000, voru með öðrum orðum miklu meiri en á milli 1500 og 2000.



Føroyskt

Eksempel:

Frá frumnorrønum til víkingatíð

Málið í Norðurlondum fyri uml. ár 700 verður nevnt frumnorrønt. Um málføramunur var tá í tíðini, hevur hann rímiligt verið lítil, og vit kenna í hvussu er eingi nútíðar málføramørk, sum vit við vissu kunnu føra aftur til tá tíðina.

Frumnorrønt er frálíkt øllum stigum seinni í norrønum, og verður t.d. hugt at gongdini í fólkanøvnunum, er týðiligt, at næstu 300-400 árini hendu stórar broytingar. Long og prýðilig nøvn sum AnulaibaR og HarjawaldaR verða um ár 1000 framborin sum Óláfr ogHaraldr, sum á nútíðar norskum eru Olav og Harald og á okkara máli Ólavur og Haraldur.

Um hesa tíðina mugu vit tí rokna við, at málsliga frástoðan til frumnorrønt er so stór, at málini vóru sínámillum óskiljandi. Hevði tað óhugsandi hent, at ein norðbúgvi úr 6. øld kom undan kavi millum víkingarnar fýra-fimm hundrað ár seinni, er rættiliga sannlíkt, at teir høvdu als ikki skilt hvør annan. Harafturímóti høvdu vit nú á døgum møguliga kunnað tosað rímiliga lættliga við fólk, sum livdu í 16. øld. Tað hevði tó verið treytað av, at vit hildu okkum til evni, sum báðir partar høvdu fortreytir fyri at hava eina hugsan um. Málbroytingarnar frá 500-1000 vóru tískil væl størri enn frá 1500-2000.



Dansk

Eksempel:

Fra urnordisk til vikingetid

Før ca. år 700 kaldes sproget i Skandinavien urnordisk. Hvis der fandtes dialektforskelle dengang, har de sikkert været små; vi kender i hvert fald ingen moderne dialektforskelle som vi med sikkerhed kan føre tilbage til denne periode.

Urnordisk adskiller sig stærkt fra alle senere stadier af nordiske sprog, men ser man f.eks. på udviklingen af personnavne, er det tydeligt at der skete store forandringer i løbet af de næste 300-400 år. Lange pompøse navne som AnulaibaR og HarjawaldaR lyder allerede omkring år 1000 som Óláfr og Haraldr – der jo ikke er særligt forskellige fra de moderne navneformer, f.eks. dansk og norsk: Olav/Harald, svensk: Olov/Harald, færøsk: Ólavur/Haraldur, islandsk: Ólafur/Haraldur.

Allerede på det tidspunkt må man derfor regne med at den sproglige afstand til urnordisk var blevet så stor at sprogene var indbyrdes uforståelige. Hvis det utænkelige skulle være sket at en skandinav fra 500-tallet pludselig var dukket op blandt vikingerne fire-fem hundrede år senere, ville de altså højst sandsynligt ikke have kunnet forstå hinanden overhovedet. Derimod ville vi i dag sandsynligvis kunne snakke relativt nemt med folk som levede i 1500-tallet, forudsat at vi holdt os til emner som begge parter havde forudsætninger for at mene noget om. Sprogforandringerne mellem 500 og 1000 var altså langt større end mellem 1500 og 2000.



Svenska

Eksempel:

Från urnordisk tid till vikingatid

Före ca år 700 kallas språket i Skandinavien urnordiska. Om det fanns dialektskillnader den gången, har de troligen varit små, och vi känner i alla fall inte till några moderna dialektskillnader som vi med säkerhet kan återföra till den perioden.

Urnordiska skiljer sig kraftigt från alla senare stadier av nordiska språk, men tittar man t.ex. på utvecklingen av person namn är det tydligt att det under loppet av de följande 300–400 åren skedde stora förändringar. Redan omkring år 1000 låter långa, pompösa namn som AnulaibaR och HarjawaldaR som Óláfr och Haraldr – som ju inte alls är så olika de moderna namnformerna, t.ex. norska och danska: Olav/Harald, svenska: Olof/Harald, färöiska: Ólavur/Haraldur, isländska: Ólafur/Haraldur.

Redan på den tiden måste vi därför räkna med att det språkliga avståndet till urnordiska blivit så stort att språken skulle ha varit inbördes oförståeliga. Om det otänkbara hade skett att en skandinav från 500-talet plötsligt skulle ha dykt upp bland vikingarna fyrafemhundra år senare, skulle de alltså högst sannolikt överhuvudtaget inte ha kunnat förstå varandra. Däremot skulle vi i dag antagligen ha kunnat tala relativt bra med folk som levde på 1500-talet, förutsatt att vi höll oss till ämnen som båda parter hade förutsättningar för att ha en åsikt om. Språkförändringarna mellan åren 500 och 1000 var alltså betydligt större än mellan 1500 och 2000.



Norsk (bokmål)

Eksempel:

Fra urnordisk til vikingtid

Før ca. år 700 kalles språket i Skandinavia urnordisk. Om det fantes dialektforskjeller den gangen, må de trolig ha vært små, og vi kjenner i alle fall ingen moderne dialektskiller som vi med sikkerhet kan føre tilbake til den perioden.

Urnordisk skiller seg sterkt fra alle seinere stadier av nordiske språk, men ser man f.eks. på utviklinga av personnavn, er det tydelig at det skjedde store forandringer i løpet av de neste 300–400 åra. Lange, pompøse navn som AnulaibaR og HarjawaldaR lyder alt omkring år 1000 som Óláfr og Haraldr– som jo slett ikke er så ulikt de moderne navneformene, f.eks. norsk/dansk: Olav/Harald, svensk: Olov/Harald, færøysk: Ólavur/Haraldur, islandsk: Ólafur/Haraldur.

Alt på denne tida må vi derfor regne med at den språklige avstanden til urnordisk var blitt så stor at språka ville vært innbyrdes uforståelige. Om det utenkelige skulle skjedd at en skandinav fra 500-tallet plutselig skulle ha dukka opp blant vikingene 400–500 år seinere, ville de altså høyst sannsynlig ikke kunnet forstå hverandre i det hele tatt. Derimot ville vi i dag sannsynligvis kunnet snakke relativt greit med folk som levde på 1500-tallet, forutsatt at vi holdt oss til emner som begge parter hadde forutsetninger for å mene noe om. Språkforandringene mellom 500 og 1000 var altså langt større enn mellom 1500 og 2000.



Norsk (nynorsk)

Eksempel:

Frå urnordisk til vikingtid

Før ca. år 700 kallar vi språket i Skandinavia urnordisk. Om det fanst dialektskilnader den gongen, må dei truleg ha vore små, og vi kjenner i alle fall ingen moderne dialektskilje som vi med visse kan føre attende til den perioden.

Urnordisk skil seg sterkt frå alle seinare stadium av nordiske språk, men ser ein t.d. på utviklinga av personnamn, er det tydeleg at det skjedde store endringar i løpet av dei neste 300–400 åra. Lange, pompøse namn som AnulaibaR og HarjawaldaR lyder alt kring år 1000 som Óláfr og Haraldr – som jo slett ikkje er så ulikt dei moderne namneformene, t.d. norsk/dansk: Olav/Harald, svensk: Olov/Harald, færøysk: Ólavur/Haraldur, islandsk: Ólafur/Haraldur.

Alt på denne tida må vi derfor rekne med at den språklege avstanden til urnordisk var blitt så stor at språka ville vore innbyrdes uforståelege. Om det utenkjelege skulle hendt at ein skandinav frå 500-talet brått skulle ha dukka opp mellom vikingane 400–500 år seinare, hadde dei altså mest sannsynleg ikkje kunna forstå kvarandre i det heile. Derimot ville vi i dag truleg kunna snakka relativt greitt med folk som levde på 1500-talet, dersom vi heldt oss til emne som begge partar hadde føresetnader for å meine noko om. Språkforandringane mellom 500 og 1000 var altså langt større enn mellom 1500 og 2000.

****************


Bókstavir og tekn í teimum seks nútíðar norðurlendsku tekstunum


Oyggjanorðurlendsk ”sertekn”

Í tí íslendska (og tí norrøna) tekstinum finna vit eitt tekn, sum ikki kemur fyri í nøkrum av hinum tekstunum, nevniliga Þ, sum verður framborið sum th í enskum orðum sum thing og think. Hesin bókstavurin kallast thorn (verður framborin sum á enskum!). Hann hava íslendingar tikið úr rúnarskriftini, og hann bleiv eisini brúktur í Noregi og í Svøríki fram til uml. 1400. Seinni er hann horvin úr skandinaviskum (og føroyskum), m.a. tí, tað ikki var brúk fyri honum longur, tí th-ljóðið her bleiv til t ella d.


Bæði íslendskt og føroyskt hava eisini ein annan serligan bókstav, nevniliga ð, sum á íslendskum verður framborin sum th í ensku orðunum this og that. Á føroyskum verður hann harafturímóti ikki framborin, og hann virkar sostatt á sama hátt sum d í norskum orðum sum god og blid, har d heldur ikki verður framborið.


Afturat hesum hava føroyskt og íslendskt sokallaði herðingarmerki uppi yvir nógvum sjálvljóðum, og hesi herðingarmerki vísa, at bókstavurin skal berast fram øðrvísi, enn tá ið einki herðingarmerki er uppi yvir honum; t.d. í orðum sum verða skrivað tala og mál á bæði íslendskum og føroyskum, men berast fram sum tala og maol á íslendskum og tæala og måal á føroyskum.


Serskandinaviskir og felags norðurlendskir ”serbókstavir”

So koma vit til teir bókstavirnar, sum eisini verða brúktir í skandinaviskum, men sum hóast tað av og á gera trupulleikar á teldunum, tí teir ikki finnast á enskum, sum jú er ”móðurmálið” hjá teldunum. Hesir eru teir vælkendu æ, ø og å, sum vit skriva á norskum. Å finst í øllum teimum skandinavisku málunum, men annars lítið í heiminum og heldur ikki í oyggjanorðurlendskum. Tá ið talan er um bókstavirnar æ og ø, so finnast teir eisini í øllum norðurlendskum málum, men frábrigdi æ verður brúkt í donskum, føroyskum, íslendskum og norskum, meðan sviar brúka tað ”týska” frábrigdi ä. Nakað tað sama er galdandi fyri ø’ið, sum bæði sviar og íslendingar brúka ”týskt” ö, meðan danir, norðmenn og føroyingar brúka ø.


Samanumtøka

Við útgangsstøði í tí, sum her er sagt, er lætt at kenna ein íslendskan tekst frá einum føroyskum teksti á teimum bókstavateknum, sum eru brúkt. Øll tey skandinavisku málini kunnu eisini kennast aftur av einum ávísum bókstavi (git hvørjum!), og svenskt og norskt kunnu kennast frá donskum og norskum, men tey síðstnevndu kunnu harafturímóti ikki kennast frá hvørjum øðrum út frá bókstavunum.


tekn

íslendskt

føroyskt

svenskt

danskt, norskt

þ

+

ð

+

+

sjálvljóð við herðingarmerki/aksentum

(á, í, ó, ú osv.)

+

+

å

+

+

æ / ä

æ

æ

ä

æ

ø / ö

ö

ø

ö

ø



Orðfeingið í norðurlendsku málunum

Orðfeingið í øllum málum er samansett bæði av sonevndum arvaorðum te. orð, sum “altíð” hava verið har, te. orð, sum eru komin frá eldri ættarliðum, sum hava talað sama málið, og av innfluttumorðum, te. orð, sum eru fingin frá fólki, sum hava talað onnur mál. Hetta er sjálvsagt eisini galdandi fyri tey norðurlendsku málini, og mongdin av innfluttum orðum siga nógv um, hvørjum tey, sum tala málið, hava verið í sambandi við gjøgnum tíðina.

Orðfeingið í teimum norðurlendsku málunum ber eins og onnur evropisk mál árin av hugtøkum knýtt at kristindóminum, sum varð innfluttur í Norðurlond í 1000-talinum. Orð sum kirkja, klokka, prestur, biskoppur, messa osfr. hava átt sín fasta stað í teimum norðurlendsku málunum heilt leingi, men upprunaliga eru tey úr grikskum – sum er málið í nýggja testamenti – ella úr latíni – sum er málið hjá katólsku kirkjuni. Hesi gomlu innfluttu orðini eru í dag so væl kend hjá øllum, at ongin annar enn málgranskarar kunnu vita, at tey í síni tíð vóru innflutt orð, men tað kunnu vit gita okkum til, tí tey eru knýtt at kristindóminum, og tá vita vit við vissu, at tey kunnu ikki vera eldri enn tað tíðspunktið, tá ið fólk fingu kunnleika um hann.




Hansarnir og niðurtýsku orðini

Øðrvísi er við næstu bylgjuni av innfluttum orðum, sum floymdu inn yvir Skandinavia frá 1200-talinum fram móti 1600. Hon hevði einki at gera við nýggjan átrúnað, men við handil og fíggjarlig viðurskifti. Í hesum tíðarskeiði var handilin í øllum Norður-evropa yvirtikið av eini multinationalari fyritøku, teir sonevndu Hansarnir/Hansastaðirnir. Har gingu keypmenn serliga úr Norður-týskum býum á odda. Fremstur teirra millum var Lübeck.

Kortið vísir Hansabýirnar uml. 1350 (Store Norske Leksikon)


Móðurmálið hjá Hansakeypmonnunum var niður-týskt (lág-), og tá ið tað í stóran mun var eitt mál, sum ikki var heilt ólíkt norðurlendsku málunum, er sannlíkt, at skandinavar skiltu stóran part av málinum hjá Hansunum. Í teimum býunum í Skandinavia, har flestu Hansar vóru (sí kort), mugu vit halda, at passandi nógv fólk lærdu seg hóskandi nøgd av tí niðurtýska málinum, so mikið at tey kundu práta við Hansarnar. Hetta hevur helst ikki verið so torført, tí talan var um mál, sum vóru í ætt, og sum høvdu bæði orð og mállæru í felag.

Úrslitið av sambandinum við Hansarnar var, at øll skandinavisk mál í dag eru á tremur við niðurtýskum orðum, og tað er helst tí, at Hansamálið hevur havt ávísa tign, sum aftur komst av, at Hansarnir høvdu stóra fíggjarliga makt – makt og tign hoyra sum vitiligt er saman.

Leita vit eftir niðurtýskum orðum í teimum smáu tekstbitunum, vit hava hugt at fyrr, og seta teir inn í talvuna, verður úrslitið hetta:

Dømi um, at eitt ella fleiri norðurlendsk mál hava niðurtýskt orð, meðan onnur hava eitt norðurlendskt orð.

íslendskt

føroyskt

norskt (nynorskt)

norskt (bokmål)

danskt

svenskt

mál

mál

språk

språk

sprog

språk

-

rímiligt

truleg

trolig

sikkert

troligen

mismunur

munur

skilnad

forskjell

forskel

skillnad

öryggi

vissu

visse

sikkerhet

sikkerhed

säkerhet

þróun

gongd

utvikling

utvikling

udvikling

utveckling

greinilegt

týðiligt

tydeleg

tydelig

tydelig

tydlig

verða

henda

skje

skje

ske

ske

breyting

broyting

endring

forandring

forandring

förändring

÷

÷

i løpet av

i løpet av

i løbet af

under loppet av

÷

÷

jo

jo

jo

ju

ólík

÷

ulik

ulik

forskellig

olik

tíminn

tíðin

tida

tida

tidspunkt

tiden

fjarlægð

frástoða

avstand

avstand

afstand

avstånd

ekki skiljanlegur

óskiljandi

uforståeleg

uforståelig

uforståelig

oförståelig

ósennilegt

óhugsandi

utenkjeleg

utenkelig

utænkelig

otänkbar

÷

÷

brått

plutselig

pludselig

plötslig

koma fram

koma undan kavi

dukke opp

dukke opp

dukke op

dyka upp

÷

÷

altså

altså

altså

alltså

skilja

skilja

forstå

forstå

forstå

förstå

alls

als

i det heile

i det hele tatt

overhovedet

överhuvudtaget

að öllum líkindum

rættiliga sannligt

mest sannsynleg

sannsynligvis

sandsynligvis

antagligen (!)

tala

tosa

snakke

snakke

snakke

tala

forsendur

fortreytur

føresetnader

forutsetninger

forudsætninger

förutsättningar

hafa skoðun

hava eina hugsan

meine

mene

mene

ha en åsikt (!)

miklu

væl

langt

langt

langt

betydligt



Talvan skal lesast soleiðis, at hvørt orðið á somu reglu svarar meira ella minni til hini á øllum málunum. Í flestu førum er hetta bæði upplagt og uttan trupulleikar, men í einstøkum føri stendur tómt rúm fyri okkurt av málunum. Td. á norskum i løpet av, jo plutselig og altså, har teir íslendsku og føroysku tekstirnir als ikki hava samsvarandi orð ella heiti, og tí stendur bert eitt – (minus) í rúmunum, og sama er galdandi fyri orðið ulik/forskellig, har vit heldur ikki finna samsvarandi orð í føroyska tekstinum.



Tað mynstrið, sum týðiliga vísir seg gjøgnum litsetingina í talvuni, er, at øll skandinavisku málini stórt sæð hava somu niðurtýsku orðini. Tað sterka niðurtýska árinið í skandinaviska orðfeingið er nakað, sum ávegis sameinir hesi mál, samstundis sum tað skilir tey greitt frá oyggja-norðurlendsku málunum, sum ikki hava hesi orðini. Orsøkin er helst, at Hansarnir ongantíð komu til Føroya og Íslands, men harafturat hava serliga íslendingar, men eisini føroyingar, rikið eina virkna málreinsing tey seinastu hundrað árini, nakað sum ger, at hesi bæði málini standa fram sum reint norðurlendsk í orðfeinginum í mun til tey skandinavisku.



Tey skandinavisku málini er veruliga so full av niðurtýskum, at tað ber til at gera dømi, har øll orðini burtur sæð frá onkrum meira ella minni innihaldsfátøkum smáorðum koma úr niðurtýskum, so sum hetta dømi sýnir:

Skredderen tenkte at trøya passet fortreffelig, men kunden klaget og mente at plagget var kort og tøyet simpelt og grovt.

Her eru bert orðini at,og og var norðurlendsk, alt hitt er niðurtýskt. Á niðurtýskum vil sami setningur síggja á leið soleiðis út:

De schrâder dachte dat die trôie vortreffelik paste, men de kunde klâgde und mênde dat die plagge kort was und dat tüg simpel und grof.

Ein íslendsk útgáva vil harafturímóti vera nógv meiri norðurlendsk:

Klæðskerinn hélt að skyrtan passaði fullkomlega, en viðskiptavinurinn kvartaði og taldi að flíkin væri stutt og efnið einfalt og gróft.

Satt er, at setningurin er konstrueraður serliga fyri at vísa, hvussu nógv niðurtýsk orð kunnu vera í skandinaviskum, men sigast má, at øll skandinavisku málini eru so mikið full av niðurtýskum orðum, at illa ber til at siga ein einasta setning uttan at brúka okkurt, sum kemur úr hesum málinum.

Onnur innflutt orð í skandinaviskum

Tey niðurtýsku orðini í skandinaviskum málum eru flestøll gerandisorð, sum ongin uppfatar sum fremmand í dag. Tað er eisini galdandi fyri flestu orð, sum eru lánt úr øðrum málum enn niðurtýskum, serliga um tey hava verið leingi í nýtslu, samsv. kristin orð úr latíni og grikskum, sum nevnt omanfyri:

Dømi, har eitt ella fleiri av norðurlendsku málunum hava eitt (ikki-germanskt) fremmandaorð, meðan onnur hava eitt norðurlendskt orð:

islandsk

færøysk

norsk (nynorsk)

norsk (bokmål)

dansk

svensk

mállýska

málføri

dialekt

dialekt

dialekt

dialekt

-

nútíðar

moderne

moderne

moderne

modern

tími

tíð

periode

periode

periode

period

stig

stig

stadium

stadium

stadium

stadium

manna-2

fólka-

person-

person-

person-

person-

viðhafnarmikill

prýðiligur3

pompøs

pompøs

pompøs

pompös

norrænn maður

norðbúgvi

skandinav

skandinav

skandinav

skandinav

-

rímiliga

relativ

relativ

relativ

relativ



Norðurlendsk skriftmál við langari siðvenju: danskt, íslendskt og svenskt

Av teimum seks modernaðu norðurlendsku málunum, vit hava sæð dømi um omanfyri, eru bert trý, sum hava tað, vit kunnu kalla eina samanhangandi søgu sum skriftmál, sum røkkur væl meira enn hálvtannaðhundrað ár aftur í tíðina: danskt, íslendskt og svenskt. Tey bæði norsku skriftmálini og føroyskt eru nevniliga skapað sum egin skriftmál eftir miðjuna av 1800-talinum – fyri 1850 var danskt einasta almenna skriftmálið bæði í Noregi og Føroyum – og sjálvandi í Danmark.

Sum fyrr nevnt, varð norðurlendsk mál fyrst skrivað við rúnum, men rúnainnskriftir eru heilt stuttar, og valla hevur nakrantíð verið eitt “ríkisrúnamál”. Tá ið latínska alfabetið kom við kristindóminum í 1000-talinum, skrivaði fólk í fyrstani soleiðis, sum talað varð uttan at taka atlit til eldri skrivihættir, tí ongir eldri skrivihættir funnust, so tá varð bara roynt at skriva, so sum tað ljóðaði, eins og fólk allastaðni í heimunum gera, tá eitt nýtt mál skal grunnleggjast. Men sum frá líður mennast serligar skriftsiðvenjur, oftast knýtt at skriviskúlum við klostrini og aðrastaðni, har skrift var framleidd.

Tilvitað roynd at skapa eitt alment skriftmál, sum skuldi vera galdandi fyri øll størri øki, varð fyrst talan um umleið 1500, tá ið bókaprentkynstrið gjørdi tað møguligt at mongdarframleiða skriftir. Tá ið Trúbótin var innførd í øllum Norðurlondunum fyrst í 1500-talinum, var eitt av málunum fyri hesa rørsluna, at øll skuldu hava møguleika at lesa Bíbliuna á móðurmálinum. Í teimum báðum norðurlendsku statunum, sum funnust tá, varð Bíblian prentað á fýra ymiskum málum:

1) Í Danmark-Noregi, sum eisini fataðu um Føroyar, Ísland og Grønland, kom Bíblian sjálvandi á donskum, sum var høvuðsmálið í kongaríkinum, men íslendingar føldu í 1500-talinum avgjørt, at teirra mál var annað enn danskt, og harafturat høvdu teir eina langa og dygga siðvenju at skriva á móðurmálinum, so ongin ivi var um, at Bíblian skuldi umsetast til íslendskt.

2) Í Svøríki-Finnlandi (Svøríki og Finnland vóru eitt kongaríki fram til 1809) var tað ein sjálvfylgja, at Bíblian skuldi koma á svenskum, men eisini mátti hon koma á finskum, skuldi finnar fáa Bíbliuna á sínum móðurmáli, tí finskt hoyrir sum vitiligt er til heilt aðra málætt enn svenskt.

Eftir Trúbótina var sostatt brúkt fýra mál í Norðurlondum í kirkjuligum samanhangi: Danskt í Danmark, Noregi og Føroyum, íslendskt í Íslandi; í Svøríki svenskt og í finsktmælta partinum av Finnlandi finskt. Men í verðsligum stýri – uttan fyri tað átrúnaðarliga øki – vóru bert tvey mál brúkt, nevniliga danskt í øllum dansk-norska kongaríkinum og svenskt í øllum Svøríki-Finnlandi. Finskt sum alment mál í Finnlandi varð ikki loyvt at javnseta við svenskt í Finnlandi fyrr enn í 1863, og tá var Finnland ikki longur ein partur av Svøríki, men av Russlandi – fyrst í 1918 gjørdist Finnland sjálvstøðugt lýðveldi.

Tey “gomlu” norðurlendsku skriftmálini, danskt, íslendskt og svenskt, hava eina samanhangandi søgu sum skriftmál 1000 ár aftur í tíðina. Danskt og svenskt skriftmál byggja á talumálið í økinum, har høvuðstaðurin er – te. Keypmannahavn og Stokkhólmur – meðan íslendskt er sermerkt á tann hátt, at tað hevur ongi málføri/dialektir og hevur ongantíð havt slík. Har ið glopp er millum skrift og talu á íslendskum, kemst tað av, at alt íslendskt er broytt, eftir at skriftmálið er lagt fast.

Í donskum eru tey gomlu málførini í dag mest sum fyribeind, men kortini er sera stórur munur á skrift og talu í donskum. Orsøkin er, at danski skriftnormurin varð fastlagdur fyri nógvum hundrað árum síðani, og tá ljóðaði donsk tala heilt øðrvísi enn í dag. Tað sýnist, sum gloppið gerst alsamt størri, tí at talimátin broytist, meðan skriftmálið liggur fast.

Eisini í Svøríki eru tær gomlu dialektirnar í afturgongd, men verða kortini meira brúktar enn í Danmark. Munurin er heldur ikki so stórur millum skrift og talu á svenskum, og gloppið er minkað seinastu hundrað árini, tí at ríkistalumálið hevur tikið nógvar úttaluhættir úr skriftmálinum. Fyri hundrað árum síðani var vanligt at siga ein setning sum: han målade huset, sum han målad huse, meðan í dag er vanligt at úttala øll orðini heilt eftir skriftmálinum og siga han målade huset.



Svenskt fyri og eftir 1906 og danskt eftir 1948

Svenskt og danskt hava bert havt eina størri skriftbroyting (reform) eftir 1900; í svenskum í 1906 og í donskum í 1948. Her eru nøkur dømi um, hvat hendi við hesum broytingum:

svenskt fyri 1906

svenskt eftir 1906

en hvit bil

en vit bil

ett rödt hus

ett rött hus

han vill lefva sitt eget lif

han vill leva sitt eget liv



danskt fyri 1948

danskt eftir 1948

det er en Baad

det er en båd

han både vilde og kunde gøre det

han både ville og kunne gøre det



Tey ungu norðurlendsku skriftmálini: norskt (bokmål og nynorsk) og føroyskt

Øll hesi málini eru úrslit av málsligum tjóðarbyggingar átøkum, sum vóru vanlig nógva staðni í Evropa í 1800-talinum. Í Noregi hekk tað saman við, at Noreg varð skilt frá Danmark í 1814 og skuldi tí finna sín egna samleika sum egin tjóð, nú landið ikki longur var ein partur av tvíríkinum Danmark-Noregi, har danskt hevði verið tað sjálvsagda skriftmálið. Í Føroyum var málsiga loysingin ikki í sama mun knýtt at politiskum broytingum, tí Føroyar sum kunnugt politiskt enn eru knýttar at Danmark. Føroyingar føla seg harafturímóti í mentanarligum og málsligum høpi sum egin tjóð, og tí fall tað náttúrligt, at ynski kom um at skapa sítt egna føroyska skriftmál.



Norskt – nýnorskt og bókmál

Í 1840-talinum ferðaðist sjálvlærdi málgranskarin Ivar Aasen (1813-1896) kring Noreg og kannaði ymisku málførini, og grundað á tað hann fann, skapti kann eitt nýtt norskt skriftmál, sum hann nevndi landsmál. Í 1885 varð landsmál alment sett javnt við tað norsk-danska skriftmálið, sum í roynd og veru varð brúkt í sama skapi bæði í Danmark og Noregi heilt fram til 1907.

Tann upprunaligi málformurin hjá Aasen hevur seinni gjøgnumgingið ymiskar broytingar og nevnist nú nýnorskt, og hetta er tað skriftmálið, sum 10-15% av fólkinum í Noregi velja.

Meirilutaskriftmálið í Noregi nevnist harafturímóti alment bókmál, óalment eisini ríkismál, og hevur uppruna sín í felags norsk-dansk skriftmálinum, men eftir 1907 er tað broytt fleiri ferðir, so at tað í dag er eitt sjálvstøðugt skriftmál, ólíkt donskum, um enn framvegis sera líkt donskum í skrift, men heilt øðrvísi donskum sum talumál.

Bæði bókmál og nýnorskt hava eina mongd av sonevndum “valfríum formum”, te. alternativir skrivihættir og bendingar av nógvum orðum. Hetta komst av, at í langa tíð varð roynt at fáa bæði norsku málbrigdini at nærkast hvør øðrum gjøgnum broytingar stig fyri stig við ætlanum um eina framtíðar fulla samanbræðing í eitt felags samnorskt mál, men hesin politikkur er nú alment sleptur.

Allir norskir skúlanæmingar skulu læra at skriva bæði bókmál og nýnorskt, men annað av málbrigdunum er høvuðsmál, og fyri 87% av næmingunum er høvuðsmálið bókmál, og nýnorskt er síðumál, meðan 13% hava nýnorskt sum høvuðsmál og bókmál sum síðumál.

Alment verður sagt, at bókmál og nýnorskt skulu liva frameftir í friði saman. Kortini er ein ávís misnøgd á grasrótastig við, at norskt skriftmál skal finnast í tveimum rættiliga líka, men tó ikki heilt líka útgávum, og kreftir eru, sum ynskja at finna fram til tað, sum skilst sum ein meiri normal málstøða við bert einum norskum skriftmáli í landinum. Spennandi verður, hvussu fer at gangast báðum norsku málbrigdunum í framtíðini.



Føroyskt

Tað modernaða føroyska skriftmálið varð skapað uml. 1850, um somu tíð sum Aasen legði fram landsmálið í Noregi. Mótsett landsmálinum hjá Aasen, sum er broytt óteljandi ferðir síðani tá, hevur tað sniðið, sum var skapað av prestinum V.U.Hammershaimb (1819-1909) í 1846, verið óbroytt fram til í dag.

Føroyskt er í dag høvuðsmálið í Føroyum, men allir føroyingar skriva og tala eisini danskt. Tað finst ongin yvirstatt í Føroyum, sum brúkar danskt við føroyskari úttalu sum sítt dagliga talumál. Hetta stendur í hvassari andsøgn til støðuna í Noregi, har bókmál sum talað mál søguliga er komið í við, at tann norska yvirstattin í 1700-talinum fór at brúka danskt skriftmál sum grundarlag undir gerandismáli sínum, sum harvið gjørdist eitt blandings-talumál við donskum orðum og sniðum, men norskari úttalu. Hetta talumálið og skriftmálið uppfata mong í dag sum verandi norskt.

Tá ið føroyingar tosa við norðmenn ella sviar, brúka teir mangan eitt líknandi talumál, har orð og snið er danskt, men úttalan føroysk. Hetta nevnist vanliga gøtudanskt, og líkist (ikki óvæntað) norskum bókmáli, men ongir føroyingar brúka hetta málið í dagligari talu. Harafturímóti er tað ein kærkomin samskiftismiðil hjá føroyingum mótvegis norðmonnum og svium, og eftirsum føroyingar eisini duga at tosa “rætt danskt”, hava teir ongar trupulleikar við at skilja danskt ella at gera seg “forstáiligan” í Danmark. Føroyingar eru tískil tann norðurlendska tjóðin, sum hevur avgjørt besta málførleika av øllum, tá teir skilja øll skandinavisku málini uttan trupulleikar, og afturat duga at lesa íslendskt. Hetta seinna er tí, at føroyskt skriftmál líkist íslendskum í skrift, meðan úttalan er nokkso ymisk. Føroyingar og íslendingar kunnu ikki tosa saman á móðurmálinum, men teir kunnu lesa skriftmálið hjá hvørjum øðrum.

At føroyingar eru meistarar í at skilja norðurlendsku málini, er sjálvsagt ikki av tilvild, men ein beinleiðis avleiðing av, at teir sum lítil tjóð eru noyddir at læra málini hjá størru grannunum, fyri at kunna samskifta. Men hetta hevur samtíðis ført við sær, at føroyingar eru einasta norðurlendska tjóðin, har øll fólk í landinum í roynd og veru liva upp til ætlanirnar hjá Norðurlendska Ministararáðnum í 2006, har ið tað málið var sett, at øll í Norðurlondum skuldu kunna samskifta við hini á einum skandinaviskum máli. Niðurstøðan verður tí, at tann minsta norðurlendska tjóðin er tann málmiklasta!

i Takk til Trygve Skomedal, sum hevur hjálpt til at gera norrøna tekstin.

 


In order to continue using the Java applets, see troubleshooting tips and Download Java.
On Windows use Internet Explorer 11. macOS no longer supports Java applets.
The Chrome extension CheerpJ Applet Runner may work for some use-cases.


Copyright 1996-2022 | Report a Problem / Contact Us | Printable Version